Vinna

Nærkast 24.000 løntakarum

...

2014-08-15 15:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Seinastu fimm mánaðirnar hava tað verið fleiri løntakarar hvønn mánað, og í mai vóru 23.963 løntakarar. Í desember vóru 23.673 løntakarar, so seinastu fimm mánaðirnar eru 290 løntakarar komnir aftrat.


Stutt um árstíðarjavning og trendin
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í løntakarunum.

Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder