Og um sjey-tíðina sunnukvøldið fór Næraberg úr Reykjavík aftur til fiskiskap við Vesturgrønland.
Tá var maskinan umvæld, og Næraberg hevði bunkrað, sigur íslendska kringvarpið, R??V.
Sjónvarpið hjá R??V hevði samrøðu við Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, í gjárkvøldið.
Hann segði, at hann fríggjakvøldið ringdi til íslendska forsætisráðharran, Sigmund Davið Gunnlaugsson, og tosaði við hann um Næraberg.
Sí eisini: Næraberg: Hettar er tøkkin.
Havnarfútin undrast
Havnarfútin í Reykjavík, Gísli Gíslason, undraðist stórliga á boðini frá myndugleikunum um ikki at veita Nærabergi nakra tænastu.
Hann skrivaði til tríggjar ráðharrar, innanríkisráðharran, fiskimálaráðharran og uttanríkisráðharran og spurdi, um lógin um havnir ikki er oman fyri lógina um fiskiskap hjá útlendskum skipum.
Og havnarfútin í Reykjavík spurdi eisini ráðharrarnar, hvussu Hoyvíkssáttmálin skal skiljast og tulkast og nær, hann er galdandi.
Á Facebook bóðu knappliga 13.000 íslendingar føroyingar um umbering fyri viðferðina, Næraberg fekk.
Sí eisini: ??hugnalig hevnd úr Íslandi.
Sí eisini: Landstýrið biðið um frágreiðing frá íslendsku stjørnuni.
Les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald