Vinna

Næraberg skal landa í Kollafirði

...

2020-06-22 08:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Næraberg kom inn undir land í gjárkvøldið, teir hava í nátt ligið eystur úr Nólsoynni og gjørt skipið klárt at koma inn - fryst, vaskað o.a.

Teir hava fult skip góð 3.200 tons av heilfrystum svartkjafti, sum teir hava fiskað bæði vestan- og eystanfyri Føroyar.

Teir koma á Kollafjørð tíðliga seinnapartin, har teir landa veiðuna.

Tá ið liðugt er at landa verður riggað til nýggjan túr, teir fara aftur á svartkjaftaveiðu.

Tað eru 38 mans við hendan túrin, skipari er Rólvur í Norðnástovu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder