2015-05-16 16:15
Næraberg, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri, er komin inn undir Suðuroynna, har teir arbeiða tað seinasta undan og gera skipið reint, áðrenn teir fara á Kollafjørð at landa tey 3.200 tonsini, teir hava í lastini.
JN.fo tosaði umborð fyri løtu síðan - Næraberg hevur roynt heldur longuri vesturi enn tey flestu svartkjaftaskipini, tað hevur verið hampuliga góður svartkjaftur teir hava fingið, túrurin hevur vart í knappar 3 vikur.
Tað eru 40 mans við Nærabergi.
Teir rokna við at koma á Kollafjørð tíðliga í morgin.
Tá ið liðugt er at landa, verður beinanvegin farið aftur á svartkjaftaveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald