2014-12-22 02:18
Nýggjasta skipið í føroyska flotanum - N??RABERG - siglir inn av fyrsta túri. Næraberg verður á Kollafirði fyrrapartin í morgin, teir hava 600 tons av heilfrystum svartkjafti, sum er fiskaður sunnast í føroyskum sjógvi.
Hesin fyrsti túrurin hevur verið ein royndartúrur, har maskinur og útgerð er roynd. Annars verður sagt av Nærabergi, at teir eru heilt væl nøgdir við skipið.
Á leiðini har Næraberg hevur roynt - á uml. 60N og 6V - har hava eisini 4 russisk skip roynt, tey liggja har enn, men vit vita ikku hvussu fiskiskapurin hjá teimum er.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald