2021-06-04 09:57
Næraberg kemur seinnapartin í dag á Kollafjørð fullfermdur av heilfrystum svartkjafti, seinni í kvøld gongur leiðin til Hálands, har teir skulu landa veiðuna.
Næraberg royndi tað fyrstu tíðina á túrinum sunnanfyri, men hevur teir seinastu tíðina roynt eystur úr Føroyum, heilt eystur ímóti norska markinum.
Skiparin - Thorvald Hansen - sigur, at teir komandi túr fara á makrelveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald