
Næraberg kemur á Kollafjørð tíðliga í morgin, teir hava 3.134 tons í lastini.
JN.fo tosaði við skiparan Kristian Dam fyrr í kvøld, Kristian segði, at teir fyrst royndu eystanfyri, fóru so í ein útsynning úr Føroyum, men í báðum støðum var svartkjafturin smáur, ið teir fingu, teir fóru síðan norður um Ryggin og hava eisini roynt vestur ímóti íslendska markinum, har var størri svartkjaftur at fáa.
Hitin í sjónum norður av Rygginum lá ímillum 4 og 6,5 stig.
Meginparturin av veiðuni er svartkjaftur, tó hava teir nøkur fá tons av sild.
Teir eru komnir undir land eystanfyri. Í nátt fara teir at vaska skipið.
Næraberg skal byrja at lannda kl. 8.30 í morgin.
Teir byrjaðu túrin 18. mai, tað eru 40 mans við Nærabergi.
Skiparin segði, at tá ið teir fara á nýggjan túr, tá verður farið á sildaveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald