2020-07-20 15:54

Næraberg er einasta føroyska skipið, sum tað seinastu tíðina hevur fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi. Teir hava nú fulla last 3.200 tons og koma á Kollafjørð í morgin, mikudagin fer Næraberg til Hollands, har teir skulu landa veiðuna, aftaná skal Næraberg klassast í Hollandi, tað er ein umfatandi klassing, sum kemur at taka 8 vikur, segði skiparin, tá ið vit fyri løtu síðan tosaðu umborð.
Tað eru 37 mans við Næraberg, skiipari er hvannasundsmaðurin Hugo Poulsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald