2014-08-30 02:14
Íslendingar halda ikki, at rætt varð framfarið, tá ið Næraberg kom í havn í Reykjavík. Íslendingar og føroyingar eru nærmastu grannar og kenna okkum, sum brøðratjóð. Íslendingar eru tí sera harmir um, hvussu fram varð farið í Næraberg málinum. Teir biða rætt og slætt um at vit bera yvir við tí feilinum, sum íslendska stjórnin stóð á odda fyri.
Les eisini: Næraberg: Hettar er tøkkin.
Teir hava í tí sambandi stovna ein Facebook-bólk seinnapartin í dag. Har tað longu eru 2500 fólk, sum eru í bólkinum. Boðini eru hesi á íslendskum "Við hörmum framkomu íslenskra stjórnvalda í garð skipverja færeyska makrílveiðiskipsins Nærabergs og biðjumst innilegrar afsökunar"
Les eisini: Landstýrið biðið um frágreiðing frá íslendsku stjørnuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald