Vinna

Næraberg gjørt roktúr eftir sild og makreli

...

2015-07-01 22:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Næraberg kemur á Kollafjørð í hóskvøldið við 3.000 tonsum av sild og makreli, sum teir hava fiskað eystur av Sandoyarbankanum.

JN.fo tosaði við skiparan á Nærabergi - Jónleif Joensen - fyri løtu síðan, Jónleif sigur at umleið 2.500 tons av veiðuni er sild og uml. 500  tons er makrelur - støddin á sildini liggur um 280-300 gramm, sildin er feit og full av rognum, makrelurin er eisini góður.

Næraberg hevur verið á fiskileið í 12 dagar, teir loystu mikukvøldið á midnátt fyri 14 døgum síðan. Í nátt og í morgin verður tað seinasta arbeitt undan og so skal skipið vaskast, áðrenn teir koma inn.

Tað eru 43 mans við Nærabergi.

Veiðan verður landað í Kollafirði.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder