Svartkjaftatrolarin Næraberg, sum hendan túrin hevur roynt í ES-sjógvi vestur úr Hebridinum - á uml. 58.5N og 10V, fór í dag at sigla til Føroyar, Næraberg er fullur undir lúkurnar av heilfrystum svartkjafti - uml. 3.200 tons.
Næraberg skal landa veiðuna í Kollafirði, teir koma á Kollafjørð fyrrapartin í morgin.
Hendan túrin hevur Næraberg bert brúkt tann eina motorin, teir komu inn 27. mars við maskinbreki, men valdu at fara avstað aftur og bara fiska við tí eina motorinum, tí tað gekk drúgv tíð at fáa eykadeilirnar. Teir hava tí brúkt minni trolgreiðir, men sigast má, at tað hevur gingið væl - Næraberg hevur fiskað í knappar 2 vikur.
Fagraberg, Slættaberg og Tróndur í Gøtu royna á leiðini har Næraberg hevur roynt, Norðborg er stødd longuri norði í ES-sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald