2015-11-28 04:05

Næraberg, sum í drúgva tíð hevur verið í Hollandi á verft ( teir komu til Hollands 5. oktober), loysti úr Hollandi í dag, teir hava sett kós ímóti Føroyum og eru í løtini staddir eystur úr York í Bretlandi.
Áðrenn farið verður á svartkjaftaveiðu, kemur Næraberg á Kollafjørð eftir troli og útgerð, teir verða á Kollafirði sunnudagin.
Sum sæst á myndini, sum John F. Haraldsen hevur tikið, so tann grøni liturin blivin til hvítan lit - riggar sera væl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald