2015-04-28 19:03
Næraberg landaði 3.200 tons av heilfrystum makreli í Kollafirði 13. og 14. apríl, síðan tá hevur hann ligið á Klaksvík, har annar høvuðsmotorurin er umvældur.
Í morgun loystu teir av Klaksvík og fóru á Fuglafjørð at bunkra, teir verða liðnir at bunkra í kvøld, og fara tá aftur á svartkjaftafiskiskap.
Svartkjafturin stendur sunnast í føroyskum sjógvi, har eru nógv skip, mest russisk, íslendsk og norsk - eisini eru tey føroysku svartkjaftaskipini á leiðini sunnanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald