Politikkur

Mynstringarlisti uttan undirskrift

...

2014-08-29 21:43 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Axel Hansen, nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag, er fortørnaður inn á, at garnaskipið Anita enn einaferð sleppur at vera til fiskiskap, sjálvt um mynstringarlistin hjá skipinum er ófullfíggjaður og ikki eingongd undirskrivaður av myndugleikunum.

Eftir nakað av togtogan fekk Føroya Fiskimannafelag í gjár innlit í mynstringarlistan hjá garnaskipinum Anitu, ið er á garnaveiðu vestanfyri.
Men listin er ófullfíggjaður og uttan løgligt gildi, tí hann er als ikki skrivaður undir av fiskiveiðimyndugleikunum ??? í hesum førinum var tað Fiskiveiðieftirlitið hjá Vørn, ið mynstringarlistin varð sendur til.
Harafturat eru 2. og 3. meistari mynstraðir uttan vinnubrøv ??? í øllum førum standa tey ikki á mynstringarlistanum, sum lógin fyriskrivar. Aðrir feilir eru eisini, men hesir eru rættaðir av Sørini Christiansen, reiðara, í telduposti til Sjóvinnustýrið sama dag, sum mynstringarlistin varð sendur til Fiskiveiðieftirlitið 15. august.

Onki lært

Feilir í mynstringarlistunum eru millum mongu álvarsomu atfinningarnar, ið hava verið móti reðarínum ??? og fiskiveiðimyndugleikunum fyri at góðkenna teir ??? síðani syndarligu vanlukkuna umborð á Anitu 11. februar, tá ein indonesiskur sjómaður sjólætst, og ein ørgrynna av óregluligum viðurskiftum aftaná komu undan kavi.
Nevndin í Fiskimannafelagnum stendur tí spyrjandi, nú skipið aftur sleppur at liggja á feltinum, tó at tað er heilt galið við mynstringarlistanum.
???Eg má siga, at eg eri ovfarin av, at myndugleikarnir eftir øllum at døma als ikki hava tikið við læru av allari gøluni, tá hetta kann henda longu fyrsta túrin, skipið ger eftir vanlukkutúrin. Eg hevði trúð, at Vørn og Sjóvinnustýrið gjørdu alt fyri, at onki umsitingarligt var at finnast at viðvíkjandi Anitu, nú skipið og tess reiðarí er í so negativum ljósi???, sigur Axel Hansen, nenvdarlimur í Føroya Fiskimannafelag.

Fortørnaður
Hann dylir ikki, at hann er sera fortørnaður inn á gáloysnið hjá myndygleikunum.
???Hesin mynstringarlistin hevur onki gildi, og eg havi eisini til fánýtis biði um innlit í mynstringarlistan fyri túrin til Spania fyrr í summar, tá Anita fór hagar til umvælingar. Ongin veit nakað um tann listan, so eg eri eftirhondini vorðin sannførdur um, at skipari og manning hava siglt skipið til Spania uttan yvirhøvur at mynstra???, sigur Axel Hansen.
???Ein stórur trupulleiki er, at tað er næstan ógjørligt at finna út av, hvør í seinasta enda hevur ábyrgdina av, at menn við føroyskum skipum eru mynstraðir í samsvar við mynstringarlógina. Tað er Fiskiveiðieftirlitið hjá Vørn, sum fremur eftirlit umborð á skipunum, meðan tað er Sjóvinnustýrið undir Vinnumálaráðnum, ið varar av reglum og lógum um til dømis manningarviðurskifti og trygd. Men mynstringarlistarnir rekast sum bukka millum sengur, og tá á stendur vil ongin eiga ábyrgdina fyri, at teir eru í lagi???, sigur hann.

Mynstringarlistin hjá Anitu kann takast niðurher.Gev gætur vantandi undirskriftina frá avvarandi myndugleika, og at onki vinnubræv er áteknað fyri 2. og 3. meistara.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder