2019-07-06 21:29

Ein sonn sensasjón hendi í Gøteborg í gjárskvøldi, tá U17-landsliðið smurdi Svøríki av í finaluni, heili 36-29, eftir 16-15 í hálvleikinum.
U-17 landsliðið kom aftur til Føroyar í kvøld, tá ið flogfarið hjá Atlantic Airways setti seg í Vágum. Brandbilar hjá Vága Floghavn tóku fyrst ímóti teimum, og síðani var almenn móttøka á flogvøllinum. Har røður vóru hildnar, og bjóða var til kaffi.
Eftir tað fóru spælarnir í bilar hjá bilasøluni Wenzel, sum koyrdu spælarnar til Havnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald