JN

Myndir: Seyðamaðurin og huldukonan eru blivin reyð til jólar

...

2021-12-24 00:17 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Standmyndin av seyðamanninum og huldukonuni, sum kom upp í summar, hevur til í kvøld lýst blátt í myrkrinum.

Ljósið á standmyndina er í kvøld broytt til reytt.

Kvæði um Seyðamannin á Sondum er væl kent í Vágum.

Tað vóru vinmenninir Jóannes Michelesen í Húsi (1824-1850) og Jógvan Niclasen í Lon (1821-1852), báðir úr Miðvági, sum yrktu kvæðið um Seyðamannin á Sondum, eftir søgn sum livað hevur á manna munni í Vágum.

Søgnin sigur:

???Ein seyðamaður var á Sondum í Sandavági áður á sinni, sum er gitin fram um allar seyðamenn í Føroyum. Hann røktaði einsamallur allan Sandavágshagan og átti ein útvaldan hest, reyðan á liti og frálíka dúgligan til at renna. Ein vakran sólskinsmorgun lysti seyðamanninum at ríða norður á fjøll. Við Fjallavatn búðu tvær huldukonur, hvør sínumegin, onnur í Húsagjógv og onnur í Tormansgjógv. Tær áttu stakkar av skarlaksklæði, og henda sama morgunin, ið seyðamaðurin reið norður, legði huldan í Húsagjógv stakk sín út til at sóla.???

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder