JN

KÍF tók aftur eitt stórt fet móti finaluplássinum

...

2014-02-23 23:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 KÍF vann 24-29 á Neistanum, støðan í hálvleikinum var 14-13 til Neistan. KÍF tók við sigrinum í dag eitt stórt fet móti finaluplássinum í Atlantic Airways-deildini, KÍF hevur nú 25 stig fyri 17 dystir, næst teimum er VÍF við 24 stigum fyri 18 dystir.

Dysturin í Havn millum Neistan og KÍF var javnur allan fyrra hálvleik og langt inn í seinna hálvleik, men so runnu kollfiðringarnir undan Neistanum - Støðan í 45. min. var 21-22 til KÍF. KÍF vann 24-29.

Neistin: mikkjal Hansen, Bjørn Mohr, John í Innistovu 3, Teitur Magnusson 7, Jón Ludvig, Rói Hansen, Andrias Joensen 3, Pól Kjartan Nattestad, Torstein Balle, Alex Buha 3, Hjalti í Jákupsstovu, Blogoje Buha 1 og Terji Mørk 7.

KÍF: Emil Dam, ??la Kristian Djurhuus, Pætur H. Skýlindal, Magnus Muller 6, Rasmus Junker 3, Pætur Johansen, Teitur Joensen 4, Hjalti H. Matras, Fríði Weihe, Hans Eli Sigurðbjørnsson 3, Nicklas Selvig 7, Rógvi Weihe 1, Rúni Joensen, Jákup Trygvason 5 og Vilhelm Magnussen.

Støður:

5. min. 2-2

10. min. 3-4

15. min. 5-6

20. min. 6-7

25. min. 8-9

30. min. 14-13

35. min. 16-17

40. min. 18-20

45. min. 21-22

50. min. 21-25

55. min. 23-28

60. min. 24-29

Dómarar: Dánjal Samuelsen og Uni Wardum


Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1KÍF174964168025
2VÍF185494856424
3StÍF17457467-1018
4Kyndil17439447-817
5H71174524401216
6Neistin17449483-3414
7Team Klaksvík17447551-1046

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder