JN

Myndir: Mjønir vann 3-1 á SÍ

...

2019-02-16 14:51 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Mjølnir, menn, í steypafinaluni

Mjølnir vann fyrstu hálvfinaluna í Klaksvík í dag við einum 3 - 1 sigri.

Mjølnir kom best frá byrjan og vann fyrsta settið trygt 25-17, men SÍ svaraði aftur og vann tað næsta 25-22.

Men so vísti Mjølnir aftur styrki sína og vann tey bæði næstu settini.

Klokkan 19,00 í kvøld verður avgjørt um tað verður Fleyr ella ÍF, sum Mjølni skal møta í steypafinaluni 2. Mars.

Settini endaðu 25-17, 22-25, 25-13 og 25-19.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder