Mentan

Myndir: Hvat er gott við at búgva í Sørvágs kommunu?

...

2015-01-22 21:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í samband við Sørvágur fyllir 100 ár í ár, ferkommunan at skipa fyri fleiri tiltøkum gjøgnum árið. Eitt av teimum fyrstutiltøkunum fór av bakkastokki í gjár, tá kommunan bjóðaði øllum skúlabørnunumvið foreldrum ella avvarðandi, inn til eitt stórt og spennandi tiltak í Sørvágsskúla.

 

Yvirskriftin til tiltakið var: Hvat er gottvið at búgva í Sørvágs kommunu? ??? her undir bygdirnar: Sørvágur, Bøur,Gásadalur og Mykines.

 

Sera nógv fólk vóru møtt upp, tá borgarstjórinSune Jacobsen, bjóðaði øllum at vera hjartaliga vælkomin. Síðani var gottundirhald frá føroyska gyklarunum Ásbjørn á skránni. Ásbjørn hugtók øll børnini,og var hansara framsýning bæði hugtakandi og stuttlig. Síðani segði formaðuriní Vinnunevndini, Jákups Suni nøkur góð orð og so var orðið givið til NiclasHera, sum leiddi restina av kvøldinum.

 

Niclas Heri greiddi stutt frá um týdningin atsíggja tað góða og tað vakra, sum er í nærumhvørvinum og at vera takksamur fyrialt ein hevur og er vælsignaður við. Men at tað eisini var í lagi, at seta orðá alt tað sum ikki er gott og sum ein kundi ynskt var betur.

 

Foreldur og børn fingu nú at vita, at tey vórutað nýggja bygdarráðið í Sørvágs kommunu og at hvør familja nú skuldi skrivaniður og viðgera, hvat tey hildu manglaði í teirra heimstaði ella hvat tey høvduynskt var betri. Dentur varð lagdur á, at børnini skuldu koma til orðanna og atforeldrini skuldu geva sær tíð at lurta eftir, hvat børnini hildu. Familjurnartóku spurningin til sín og dúgliga skrivaðu tey síni ynskir niður. Eftir hetta,so fingu familjurnar boð um at raðfesta øll teirra ynskir ??? og at velja 3 avteimum ynskjunum, sum høvdu størsta týdning fyri tey, út. Tá hetta var gjørt,vórðu øll ynskini savnaði saman og handaði Suna Jacobsen borgarstjóra. Sunesegði, at hann nú fór at hyggja eftir hesum ynskilistum og skuldi hann leggjahesi ynskir fram fyri bygdarráðnum og út á heimasíður.

 

Síðani fingu familjurnar ein meira jaligansetning at arbeiða við. Hvør familja skuldi nú  hvør í sínum lagi, viðgera og skriva niður,hvat tey heldur vera gott við at búgva í teirra heimstaði. Bæði vaksin og børn tókuspurningin til sín og varð dúgliga skriva niður. Tá tey skriva eina rúgvu avjaligum orðum um teirra heimstað, fingu hvør familja eina plátu, máling ogpenslar ??? og skuldu tey nú mála á pláturnar, hvat tey hildu vera gott við atbúgva í teirra heimstaði. Dentur bleiv lagdur á, at tað skuldi vera kreativt ogat tað var upp til hvørja familju, um tey settu eitt orð ella ein heilan settningá teirra plátu. Og aftur her fingu foreldrini boð um, at lurta væl eftir, hvatbørnini hildu.

 

Tá øll vóru liðug, vórðu allar pláturnar hongdurupp inni í nýútbygda skúlanum. ??ll vóru samd um, at hetta var eitt gevandi ogjaligt tiltak. Onkur helt eisini, at tað var tað reina terapi at standa frammanfyri litríka vegginum, við øllum teimum vøkru og góðu orðunum sum børnini íSørvágs kommunu høvdu skrivað niður um teirra heimstað.

 

Eftir hetta bjóðaði kommunan øllum teimum, sumluttóku til ein góðan nátturðabita.

 

Tað er Vinnunevndin, Sørvágs skúli og felagaðiFegin v/Niclas Hera Jákupsson, sum í felag, samskipaðu hesum tiltakinum.

 

 

 Ynskilisti hjá børnum, foreldrum og avvarðandi.

 

Spælipláss                                                                     27

Svimjihøll                                                                      19

Størri høll                                                                      14

Frítíðartilboð /ungdómshús                                      12

Mat í kantinuni                                                             11

Skoytibana                                                                    6

Betrifótbóltsvøll                                                          5

Ríðiskúli                                                                        4

Biograf                                                                          4

Súklubani                                                                      3

Dansistovu                                                                    2

Bussleið                                                                         2

Skreiðigøtu                                                                   2

Salt til brekkuríløt                                                       1

Skúlan lidnan                                                                1

Listasavn                                                                       1

Summarlegur                                                                1

Inni í skóm                                                                    1

Brúka allarinngongdir                                                1

Golf                                                                                1

Undirhald avymiskum slag (13-16 ár)                                           1

Pláta at tekna áí skúlagarði                                        1

Reinar áir                                                                      1

Bowling                                                                         1

Fimleikarafelag                                                             1

Góð við hvønnannan                                                  1

Eldrabýli                                                                        1

Lægri gonguteigar                                                       1

Fleiriaktivitetir í hølum vit eiga                                 1

Hyl í skúlagarðiat fóðra fuglar                                  1

Ungdómskór                                                                 1

Reiggjur ískúlagarði                                                    1

Rennibreyt                                                                    1

                     

                     

 

 

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder