
Áðrenn handanina av heiðursmerkum til bestu skip og bátar í Føroyum, varð Ellendur Abrahamsen, skipari á Tjaldrinum og ??lavi Halga í ein ???mansaldur??? ??? sum eisini í nógv ár var formaður fyri Skipara og Navigatørfelag, heiðraður fyri trúgva og drúgva tænastu ??? Sjómanninum og trygd hansara at frama. Hann fekk eina vakra blómusamanseting og ein ferðaseðil við Atlantic Airways frá Føroya Sjómannadegi.
Ikki er at gloyma stóra kaffiborðið, sum stóð á bryggjuni niðanfyri Fornminnasavnið, har fólk gingu til og frá ??? væl sett við kaffi, te, kakao, sunkist, sjómannabollum og vinarbreyði.
Um tað ikki var nóg mikið, so stóðu fleiri kør við ísi og Jolly Cola-dósum ??? tað var bara at fáa sær.
Langt fyri tíð byrjaði fólk at savna seg framman fyri Fisk & Chips-búðina hjá Hanus, sum man vera eitt av hæddarpunktunum, tó at til bar at fáa grindabúffar, laks og royktan makrel og mikið annað í mongu búðunum á havnalagnum.
Og so er alt ókeypis afturat ??? Fantastiskt! Afturat tí er veðrið gott og rættiliga lítt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald