Mentan

Myndir tá ið Vestanstevnan varð sett

...

2014-07-12 01:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Góðu stevnugestir, ítróttarfólk, fyriskiparar og onnur.

Tað er mær ein stórur heiður at seta Vestanstevnuna í Miðvági á hesum sinni.

Tað var ein fragd at síggja tey fegnu og spentu ítróttar- og reiðfólkini til skrúðgonguna í dag. Tú verður í góðum lag eina slíka løtu - vit steðga á. Vit njóta løtuna og samveruna, meðan vit gleðast um at vera saman komandi dagarnar. Nógv hevur verið stákast, og nú er løtan komin, sum vit øll hava glett okkum til: Vestanstevnan er byrjað.

Vestanstevnunevndin í Miðvági hevur gjørt eina góða og fjølbroytta stevnuskrá. Nógv forvitnislig og spennandi tiltøk eru at fara til: Kappróður, kappríðing, ítróttur, frásøgutúrur, tónleikur, fólkalívsmyndir, framsýningar og annað. Og eingin orsøk er til at ganga svangur.

Bygdin bjóðar seg fram, og sama hvar tú vendir tær, so merkist gestablídni (kann eisini vera: blíðskapurin).


Aftanfyri eina tílíka stevnu liggur eitt stórt sjálvboðið fyriskipanararbeiði. Summarið í Føroyum er í hesum tíðum myndað av mongum fjølbroyttum tiltøkum so sum festivalum, stevnum og mongum øðrum spennandi tiltøkum, og hetta setur størri krøv til fyriskipan av bygdastevnunum.
Vit skulu eisini hava í huga, at tey, sum skipa fyri stevnuni ofta eru tey somu, sum arbeiða sjálvboðið innan ítróttin gjøgnum alt árið.

Hetta sjálvbodna arbeiði er av stórum týdningi.

Vit ynskja øll eitt samfelag fyri øll, eitt samfelag har vit viðurkenna ymisleikan. Eitt samfelag, sum natúrliga tillagar seg og viðurkennir, at vit eru ikki øll eins, men eru gávurík á ymiskan hátt.

Tað eigur at vera rúm fyri øllum, eisini í ítróttarligum og ymiskum mentanarligum virksemi, og sjálvt veikasta liðið í ketuni eigur eisini sín natúrliga rætt at vera partur av einum felagsskapi.

- Endamálið í felagsskapinum er altíð nærleiki og samanhald. Skulu fólk støðast og trívast í einari bygd, so er ein fyritreyt, at tað er eitthvørt at fara til ella vera partur av.

Einsemi ger alsamt meira um seg millum børn og ung: Fleiri eru merkt av ótta og ótryggleika. Vit eru í stórari kapping við alnetið, har ein kann sveima og hava samband við fólk um allan heim.

Tú kanst merkja týdningin av at hava samband við fjøld av fólki, men tað er ikki samanhald og nærleiki, sum finst á alnetinum. Tí er tað serliga umráðandi, at felagsskapurin bjóðar seg fram. Í felagsskapinum eru vit var við nærleikan, har verða sett krøv og mørk og vit verða vird. At verða virdur og viðurkendur hevur sera stóran týdning fyri hvønn einstakan.

Sjálvboðið arbeiði myndar størsta partin av ítróttarvirkseminum. Bæði ung og gomul standa fyri og stuðla á ymiskan hátt og eftir førimuni. Tað hevur alstóran týdning.

Kanningar vísa, at tað hevur stóran týdning at varpa ljós á leiklutin hjá teimum vaksnu í sambandi við frítíðina hjá børnum. Børnini fáa avbjóðingar og spennandi og stuttligar upplivingar og kenna seg trygg, tá ið vaksin fólk, sum tey kunnu venda sær til, eru til staðar.

- Eisini er umráðandi, at børnini heilt frá ungum árum kenna seg sum part av einum felagsskapi og bólki, og tí er tað umráðandi, at møguleikar verða skaptir, soleiðis at øll børn kunnu luttaka í hesum felagsskapi. Tað skal gerast natúrligt fyri børnini at íðka ítrótt og vera partur av øðrum tiltøkum, sum eru í økinum. Hetta gagnar barninum bæði likamliga, sálarliga og sosialt. Rúm eigur at vera fyri øllum í slíkum virksemi, og sjálvt veikasta liðið í ketuni eigur sín natúrliga og sjálvsagda rætt at vera partur av hesum felagsskapi.

-----------------------------------------------------------------------

Tað er eisini umráðandi, at vit í kommununi skilja, hvussu týðandi leiklut tit, sum sjálvboðin seta tykkara tíð av til frítíðar-, mentanar- og ítróttarvirksemi, hava fyri okkara samfelag.

Fyri kommununa hevur felagsskapurin alstóran týdning. Hann skapar trivna millum borgararnar. Tí er tað eisini týdningarmikið, at vit sum kommuna skapa teir bestu møguleikarnar fyri slíkar felagsskapir at virka undir.

Uppgávan hjá Vága kommunu er eisini at veita tænastur til borgaran, verðið seg ansingarøki, skúla og heilsutænastu. Vit vilja støðugt betra um hesar tænastur og fleiri spennandi átøk eru á veg. Tað skal ikki verða neyðugt at flyta úr kommununi, tí nøktandi tilboð ikki eru til familjur við serligum avbjóðingum.

Tí verður arbeitt við einari royndarverkætlan við námsfrøðiligari tænastu, sum skal ráðgeva foreldrum, námsfrøðingum og skúla soleiðis, at tey, sum hava eina serliga avbjóðing, skulu fáa eina skjótari og effektivari hjálp.

Eisini hava kommunurnar í oynni havt samráðingar um at seta á stovn Heilsudepil í Vágum, sum skal hava til endamáls at økja og betra um heilsutænastur til borgarar í Vágum. Sambært álitinum um heilsudeplar, verður dentur lagdur á at veita og menna heilsufremjandi og sjúkrafyribyrgjandi tilboð, hetta fyri at skapa fakligt umhvørvi og faklig samstørv til tess at veita varandi sjúkum og eldri heilsutænastur. Vit hava heilsumiðstøðina og tær bestu umstøður ein kann hugsa sær. Serliga er ynski hjá kommununum at víðka um virksemið við at fáa fysioterapeut og økispsykiatri.


Á eldraøkinum eru stórar fyrireikingar í gongd. Ein sameind tænasta til borgarar verður løgd út til kommunurnar at umsita. Størsta avbjóðingin hesum viðvíkjandi verður umvælingararbeiði á Sýnini og ein hugburðsbroyting, tí røktarheimini, soleiðis sum vit kenna tey í dag, verða framyvir skipaði sum ein eldradepil fyri allar borgarar, sum hava tørv á tænastu.

Fortreytirnar fyri at hava ein felagskap er, at vit øll somul í felag lyfta uppgávuna. Á hendan hátt verða vit væl nøgdir borgarar í eini kommunu, har onnur eisini ynskja at flyta til. Ynskið um felagsskap og nærveru er ein sjálvsagdur partur av okkara lítla samfelagi, har øll koma hvørjum øðrum við. Men bert í felag kunnu vit røkka hesum málinum.

Eg vil til seinast takka tykkum hjartaliga, sum sjálvboðin gera eitt megnar arbeiði fyri trivnaðin í bygdini og kommununi sum heild. Ein serstøk tøkk til tykkum Haldis og Jógvan Hans, sum nú í 30 ár hava verið virkin innan hetta arbeiði. Tit gera tað til frama fyri okkum øll. Við tykkara íkasti er tað hugaligt at vera borgari í Vága kommunu.

Takk fyri og góða Vestanstevnu øll somul.

Rósa Samuelsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder