2019-01-25 19:37

Í dag hevur verið stórt hátíðarhald á Varðanum Pelagic í sambandi við at Varðin Pelagic alment er tikið í nýtslu. Í dag var virkið víst fram fyri innbodnum, men verður víst alment fram seinni.
Sjálvt um virkið var tikið alment í brúk í dag, so hevur Varðin Pelagic longu tikið ímóti 60.000 tonsum av uppsjóvarfiski síðani byrja var at taka ímóti fiski aftur tíðliga í heyst tá ið Varðin Pelagic tók ímóti fyrstu lastini eftir stóra eldin ið herjaði á virkinum á sumri í 2017.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald