JN

Myndir: Fleiri hús fingu skaða av spreingióhappi

...

2019-02-20 17:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Um middagsleitið í dag var sprongt fyri einum grundstykki við Stóraklett í Sandavági, men av eini ella aðrari orsøk fingu fleiri hús skaða av spreingingini. Fólk sum búgva rundan um har, sum sprongt var, lupu út fyri at vita hvar alt buldrið kom frá.

Sum myndirnar vísa, so hava hús fingið skaða, og hol kom á tað einu tekjuna. Um heilt illa vildi til, so kundi skaðin verði uppaftur størri. 

Tann eina myndin vísir eitt hol í asfalti á vegnum millum húsini, og tann sami steinurin er á eini mynd uppat einum vindeyga.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder