JN

Myndir: Fame er illa farin

...

2017-04-07 15:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sum myndirnar vísa, so hevur farmaskipið Fame fingið ein stóran skaða, eftir hendingina í gjár. Fame hevur verið til umvælingar í Polandi, og sambært portal.fo, so skuldi Fame inná dokkina á Skála, at reinsa og málað botnin.

Men tá skipið sigldi inn í dokkina, riggaði umstýringin ikki, og skipið stevndi beint inn í kantin í dokkini og fekk rættiliga stóran skaða á stevnið og bógvin.

Myndirnar hevur Marnar Magnussen tikið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder