JN

Myndir: Eftir veðragjólingum í Syðraseyð

...

2019-02-05 07:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leygardagin vóru vit 4 mans eftir veðragjólingum í Syðraseyð.
Vit fingu fatur á 6 veðragjólingum har av var ein fremmandur.
Sum heild var seyðurin væl fyri.
Ein veðragjólingur var eitt sindur illa fyri, og orkaði ikki at ganga.

Bátur kom eftir 4 seyðum, og einum manni. Hinar báðar seyðirnar róku vit heim í rættina.

Orð og myndir: Jóhannus Hansen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder