2015-01-29 18:00

Vørn skrivar: Seinnapartin í gjár høvdu Brimil og danska sjóverjuskipið Thetis venjing, eystanfyri Nólsoynna.
Venjingin var løgd soleiðis til rættis, at eldur skuldi verða umborð á Brimli, og so skuldi fólk frá Thetis, koma umborð at hjálpa at sløkkja.Ein roykmaskina var sett niður í maskinrúmið, síðani bleiv rópt á Thetis um at fáa hjálp at sløkkja eld, eisini vóru fýra av manningini saknaðir.
Slíkar venjingar verða hildnar av og á millum skipini, hetta fyri at venja fólkið við at brúka útgerðina og eisini fyri at venja samskifti og samstarvið millum skipini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald