2014-09-24 04:36
Í gjár skrivaðu vit um at nýggjasta skipið hjá M??RSK, MAYVIEW M??RSK, stevndi inn í Miðjarðarhavið við 17.726 bingjum umborð. Og at tað samstundis var heimsmet, tí einki skip hevur havt so nógvar bingjur umborð fyrr, metið undan hesum var 17.603 bingjur.
Skiparin á MAYVIEW M??RSK, Jón Edvard Petersen úr Sandavági, hevur í kvøld sent okkum myndir, sum vísur skipið, tá ið tað hevur 17.726 bingjur umborð.Myndirnar eru tiknar i dag 23 Sep nordanfyri Algeria av Maersk Detroit
Sí annars greinina frá í gjár við at trýsta her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald