2016-06-19 18:28

Ferðamannaskipið Astor kom á Kollafjørð fyri góðum tveimum tímum síðani. Astor er annað ferðamannaskipið ið vitjar á Kollafirði í dag, vit skrivaðu fyrr í dag um Marco Polo, les um tað skipið her.
Astor var tikin í siglin í 1987, og kostaði tað 65 mió$ at byggja skipið. Skipið er 176 metrar langt og 23 metrar breitt. Tað kunnu 650 ferðafólk verða við skipinum, og manningin telur 300 fólk. Skipið hevur síðani 1992 siglt undir flagginum hjá Bahamas.
Myndirnar tók Frits Joensen tá skipið kom at bryggju.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald