2013-09-15 23:09
Hørður fekk sítt fyrsta mál í EFFO-deildini nakrantíð, við avgerandi málinum móti TB í dag. Debut-málið kundi ikki komi meira passandi! Tillukku Hørður!
Um vinnari skuldi finnast á Dungasandi í dag, var heldur eingin ivið um, at tað vóru vit, sum høvdu uppiborið sigurin. Allíkavæl vóru tað gestirnir, sum komu á odda, eftir at okkara høgra síða svav og loyvdi TB at leggja innlegg, har Ndende púra ótarnaður kundi innarusíða bóltin í netið.
Tað gekk væl av tíð, áðrenn vit kundu javna, men, eftir støuðgt press eftir hálvleik fingu vit útteljing, tá Holgar skoraði.
Gestirnir royndu at finna yvirvág undan vindinum, men tað bleiv bert til gypp. Beint undan dystarenda, eftir at vit ferð eftir ferð, við bæði Ásmund og Tór-Ingar høvdu spælt okkum ígjøgnum í høgru, fingu vit enn eitt horna.
Eftir trunkaspæl, fekk Hørður so lirkað bóltin um strikuna í veruligan "strikara"-stíli! Takk fyri og enn eitt tillukku við fyrsta málinum í bestu deildini!
Koyrið á 07 Vestur!
Skrivar 07 Vestur.
Myndir: Jóanis Albert Nielsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald