2014-08-16 22:17
Tey bæði liðini (07Vestur og FC-Suðuroy) sum kappast um at koma uppí Effo-deildina, saman við TB, samdust um javnleik á Valloyruni í dag.
Fyrri hálvleikur var javnur og tað kom einki mál. Tá ið 4 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, kom 07Vestur framum, við máli sum Torstein Mýlingstind stóð fyri. Hendan støðan helt sær til 4 minuttir vóru eftir at leika, tað var Búi Egilsson hjá FC-Suðuroy, sum stóð fyri tí málinum.
??rslitið gjørdist javnleikur 1-1, FC-Suðuroy hevur nú 38 stig og 07Vestur hevur 37 stig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald