2013-12-17 18:54
Eingin skaði er staðfestur á vindmyllurnar í Neshaga, eftir at ódnarveðrið herjaði sunnukvøldið. Vindmátarar hjá SEV máldu mesta vindin at vera 80 m/s í Neshaga og 60 m/s í Húsahaga
Vindmyllurnar í Neshaga fingu ongan skaða í ódnarveðrinum sunnukvøldið. Mesti vindurin var sambært einum vindmátara hjá SEV í Neshaga 80 m/s kl. 18.40. Vindmátararnir sita ovast á vindmyllunum, og hesin mátarin situr á myllu nummar 2, sum stendur ytst á nesinum. Fyrivarni skal takast fyri, at bløðini á mylluni kunnu ávirka vindmátingina.
Í Húsahaga hevur SEV vindmátarar í høgu mastrini hjá Føroya Tele. Har var mesti vindurin máldur til 60 m/s kl. 17.40. Í hesi mátingini eru eingi fyrivarni at taka, tí vindmátarin situr beint í vindinum, har hann ikki verður órógvaður av nøkrum, sum kann ávirka mátingarnar.
Í tíðarbilinum kl. 16.00-20.00 var miðal vindferðin í Neshaga ??? við støði í intervallum á 10 minuttir ??? 42 m/s, og í Húshaga var miðal vindferðin 41 m/s.
Vindmyllurnar slaka av at framleiða, tá ið vindurin fer upp um 28 m/s, og tær gevast at framleiða, tá ið vindurin fer upp um 34 m/s. Síðani mala tær bara í vindinum, har tær kláraðu seg væl í ódnarveðrinum sunnukvøldið, tað skrivar SEV.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald