Mánadagin 15. Desembur varð M/V Thor Modi sjósettur á Besiktas skipasmiðjuni í Turkalandi.
M/V Thor Modi er næstur í røðini av fýra nýbygningum hjá felagnum sum eru serútgjørdir til fleirtáttaðar tænastur fyri seismikskip. Skipini verða øll flokkað í hægsta umhvørvis- og ísklassa nevnt: Clean Design, Recyclable og Ice-1A og verða 64,4 metrar til longdar og 2015 BT til støddar.
Fyrsta skipið í hesi røð var sjósett í august og tey næstu tvey skipini M/V Thor Frigg og Thor Freia eru væl ávegis. ??ll fýra skipini verða latin felagnum í 2015.
Skipini eru nevnd eftir gudum í gomlum norrønum frásagnum og umboða m.a. megi, dirvi, kærleika, vakurleika og vísdom.
Tey fýra skipini hava øll tænastuavtalur fyri norska seismic-reiðaríið Petroleum Geo-Services (PGS), tað skrivar thor.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald