Vinna

M/V Thor Modi handað

...

2015-05-15 00:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Thor fær næsta nýbygningin handaðan

Kl. 11 í morgun varð M/V Thor Modi handaður Thor reiðarínum á Besiktas skipasmiðjuni í Turkalandi. Eitt hátíðarhald við umboð fyri reiðaríið og innbodnum var hildið, har alt gekk uppá stás.

M/V Thor Modi bleiv sjósettur 15. desember og hevur arbeiðið gingið heilt væl. M/V Thor Modi er næstur í røðini av fýra nýbygningum hjá felagnum sum eru serútgjørdir til fleirtáttaðar tænastur fyri seismikskip. Skipini verða øll flokkaði í hægsta umhvørvis- og ísklassa, nevnt Clean Design, Recyclable og Ice-1A og verða 64,4 metrar til longdar og 2015 BT til støddar.

Nýbygningarnir hjá Thor seta felagið í ein klassa fyri seg innan seismikk support vinnuna og ruddar slóð fyri nýggjum tænastu møguleikum hjá felagnum.

Thor hevur langtíðar sáttmálar við PGS og fer Thor Modi beint í arbeiði í komandi viku.

Vit á JN.fo ynskja Thor Guðs signing við nýggja skipinum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder