Vinna

Munur á treytum

...

2020-07-21 15:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit liggja i Loynikrókinumsum er millum Norra/Svalbard og Russland og fiska rækjur, Vit ´´standa´´ í fiski, hvørt tow svimja eini 5 ts av fiski ígjøgnum og fara út við holið omanfyriristina, ristin er 19mm ribbar í tvs vit faa onki í posan størri enn 19mm tjúkt

Hesir fiskar sum taka ein svimjitúr ígjøgnum okkara trol svimja/andøva eina løtu við opnum kjafti framman ristina og eta seg mettar av rækjum áðrenn teir fara út gjøgnum holið, tvs teir fáa ein gratis svimjitúr við fríðum mati írokna.

Vit hava ikki lov at taka fisk eingong til døgura. EU skip vit fiska saman við her hava posa fyri holið og taka hjáveiðuna aftrat rækjunum.

Tá ristin bleiv innførd mistu rækjuskipini alla hjáveiðu her sum gjarna var eini 20%

Tá Føroyingar fiskaði tosk i Loynikrókinum søgdu Normenn og Russar at um tit ikki stoppa fiskarínum so missa tit hesi 27.000 ts av toski tit fiska i Norskum/Russiskum økið. Sum penu dreingir vit eru søgdu vit pent ja til hetta og takkaðu fyri

Íslendarir harafturímóti søgdu korta nei, hetta er internationalt økið og her eru ikki Normenn ella Russar sum ráða. Tá bjóðaðu Normenn/Russar Íslendarum eini 8.000 ts av kvotu fyri at stoppa veiðuni her, takk søgdu Íslendarir

So munur er á, Føroyingar blivu høttir at missa tað vit høvdu ,meðan Íslendarir fingu premiu fyri at stoppa !!!!

Hesi 8000 ts Íslendarir eiga av toski eru 6 skip sum fiska. Tey 27.000 ts vit eiga eru tað 3 skip sum fiska !!!!!!!!

Vit hava ein annan Loynikrók sum er Norðanfyri Føroyar, har liggja í dag ca 15 Russiskir trolarir, vist allir 100 metur + og fiska makrel og taka alla hjáveiðu meðan her er onki loyvt, so ójavnt er býtt

Heilsan úr Loynikrókinum

Bjarni Petersen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder