JN

Munandi færri føroysk lesandi í Danmark

...

2018-11-16 12:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fallið hevur verið støðugt seinastu árini og heili 27 procent tilsamans, vísir eitt svar til Javnaðarflokkin frá danska ráðharranum fyri útbúgving og gransking.

Føroyingar leita sær ikki í eins stóran mun til Danmarkar at lesa. Nýggjastu tølini eru fyri árini 2013 til 2017. Og tey vísa, at talið av føroyskum lesandi hesi 5 árini hevur verið støðugt fallandi ??? úr 986 í 2013 og niður í 721 í 2017. Tilsamans er talan um 265 færri lesandi, ið svarar til 27 procent.

Einans talið av lesandi á styttri víðarigangandi útbúgvingum hevur verið toliliga støðugt. Í øllum hinum bólkunum av útbúgvingum er talið af føroyskum lesandi minkað munandi.

- Tað skerst neyvan burtur, at stóri búskaparvøksturin í Føroyum seinastu árini helst er ein høvuðsorsøk til gongdina. Men vit hava eisini ment útboðið av útbúgvingum í Føroyum, so færri hava fyri neyðini at fara av landinum, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, í viðmerking til svarið frá Tommy Ahlers, ráðharra fyri útbúgving og gransking.

Í svarinum verður upplýst, at tølini eru fyri danskar ríkisborgarar, ið eru føddir í Føroyum. Samlaða talið er tó helst nakað hægri.

Føroyingar, ið eru føddir uttanlands ??? til dømis meðan foreldrini hava verið lesandi ??? eru ikki við í hesum hagtølum. Ikki øll, men summi av hesum hava verið búsitandi í Føroyum, áðrenn tey eru farin undir útbúgving í Danmark.

Tí varð annars spurt til talið av tilflytarum úr Føroyum, sum vóru innskrivaði á donskum lærustovnum. Svarið frá ráðharranum tók ikki heilt hædd fyri hesum.

- Hetta eru áhugaverd tøl og - ber tað til - hevði tí verið gott, um vit kundu fingið tey eitt sindur neyvari, sigur javnaðartingmaðurin, sum fer at venda sær til ráðharran um málið.

Javnaðarflokkurin


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder