Vinna

Munandi ábøtur á havnarlagið á Eiðinum í Svínoy - myndir

...

2021-08-10 17:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Orð: Dávur Vinther og myndirJógvan Josias á Hædd og lv.fo

Kanjon hevur í summar bøtt munandi um havnarlagið á Eiðinum í Svínoy. Teir hava longt kaina við 10 metrum og hækkað gomlu kaina við einum hálvum metri, eins og tann nýggja er. Eisini verður verjugarður norðanfyri kaiina og við endan á havnarlagnum eini 1,5 m høgur.

Til sjálvt havnarlagið eru brúkt um 550 m3av beton. Kanjon hevur nakað av útgerð úti í Svínoy til hetta serstaka arbeiðið, har millum ein mobilkrana, eina gravimaskinu við last og tveir betonbilar, sum betonið er blandað í.

Tá ið talan er um so stórar nøgdir av beton, tekur tað fleiri dagar at stoypa. Men arbeiðið hevur gingið væl og veðrið hevur verið til vildar.

Hetta fer at hjálp væl, sigur Árni Joensen, skipari á Rituni. Tað munar betýðuligt bara at sleppa innum endan á kaiini við øllum skipinum, sum vit ikki hava sloppið við gomlu kaiini. Afturat tí bøtur hækkaða kain og verjigarðurin sera væl um.

Hetta fer at gera tað, at nógir av túrunum, sum hava komið undir ivaveður, ber til at leggja at á Eiðnum. Ritan siglur um 60-70 % av túrunum á Eiðið, meðan restin verður siglt á Víkina. Tað tekur 35 min. at sigla á Eiðið, meðan tað tekur 65 min. á Víkina

Serliga eru tað høgættirnar, sum eru ringar á Eiðinum, meðan tær eru góðar á Víkini.

Enn er ikki heilt greitt, nær Ritan fer at sigla á Eiðið, men helst einaferð í næstu viku. Teir fara undir at avforskalla í dag og so annars gera verjugarðin.

Tað er ikki at taka seg aftur í, at hetta kemur at bøta munandi um samferðlumøguleikarnar til Svínoyar ??? eins og arbeiðið er skjótt og væl úr hondum greitt hjá Kanjon, bygdini at frama.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder