2013-12-13 15:46
???Mr. Handel???s new Grand Sacred Oratorio, The MESSIAH??? |
Eftir frumframførsluna av Messias vendi Lord Kinnoul sær til Händel og takkaði fyri undirhaldið. Händel svaraði: ???Tað hevði harmað meg, um mín tónleikur bara var undirhald. Eg vildi ynskt, at tónleikurin hjá mær kundi gjørt fólk til betri menniskju???. Í vikuskiftinum verður enn einaferð høvi til at hoyra stórverkið Messias, hesaferð í Fuglafirði og í Havn. Leif Hansen Summarið 1741 var farið at halla tá Händel setti sær fyri at skriva enn eitt oratorium. Skjótt og væl gekk, tí longu seks dagar seinni legði tónaskaldið síðstu hond á fyrsta part. Níggju dagar seinni var annar partur liðugur og eftir knappa viku var triði partur frá hondini. Messias var ikki fyrsta og heldur ikki síðsta oratorium, sum Händel skrivaði, men tónleikarar, tónleikasøgumenn og granskarar eru allir á einum máli um, at verkið frá 1741 ber av í dygd og vakurleika. Frá fyrsta degi hevur Messias hugtikið og er í dag uttan iva eitt hitt mest framførda tónaverk úr barokktíðini kring heimin. Tó at Händel var týskari, so varð tað í Englandi at hann virkaði tað mesta av sínari tíð. Stílurin í tónleikinum hjá Händel er ávirkaður av hansara baggrund í týskum kirkjutónleiki og hansara mongu ungdómsferðum til Italia, umframt hansara stóra áhuga fyri fronskum tónleiki. Händel skrivaði tónleik innan nærum øll kend tónleikasløg, men er tað helst oratoriini, sum í dag standa sum týðuligastu varðar í hansara tónleiki. Tað er eisini í oratoriinum at vit síggja tað tónleikaligu breidd, sum eyðkennir Händel, t.d. bera ariunar týðuliga boð um italienska ávirkan, kórsatsinir eru kjølfestir í týskari polyfoni og instrumentalpartanir hava røtur í fronsku overturini. Kenslur og tónleikur Tónleikur hevði í barokktíðini sum eina av sínum høvuðsuppgávum at lýsa kenslurnar ella affektinar hjá menniskjum. ??tgangsstøði var griska etoslæran, sum sigur, at tónleiki er íborin eginleika til at ávirka menniskjir á ymiskan hátt. Serliga var tað í teirri tá í tíðini nýggju tónleikagenruni, operatónleikinum, at hetta tónleikaæstetiska fyribrygdi, affektlæran, kom til sín rætt. Tær skiftandi sinnisstøðunar hjá ymisku persónunum í operauni skuldu tónasmiðurin royna at lýsa í tónum eisini. Tónasmiðurin og tónleikateoretikarin Johan Adolph Scheibe (1708-76) skrivaði í Der kritische Musikus: ???Vit hava í tónleikinum við sinnisrørslur at gera; tónasmiðurin skal úttrykkja, styrkja ella doyva tær.??? Hetta var sambært Scheibe ein av høvuðsuppgávunum hjá tónasmiðunum. Barokktónasmiðinir høvdu so við og við hópin av konventionellum tónleikaháttum til at úttrykkja kenslur við, eitt nú gleði, sorg, øði, angist, pínu osfr. Í kirkjutónleikinum vóru tað sostatt trúarinnar affektir, sum tónaskøldini skuldu klæða í tónleikaligan búna. Berandi lutir í Oratoriinum Messias eru eisini júst slíkar átrúnaðar affektir, so sum gleði og takksemi fyri lívið, skaparverkið og uppreisnina, sorg og angist fyri deyðanum og vónin og longsulin til ævigt lív. Tó er hetta ikki at skilja so, at tónasmiðirnir vóru bundnir niður av hesum tónlistaligu ???viðtøkum???. Barokktíðarskeiði er nevnuliga merkt av stórum ymiskleika tónaskaldunum ímillum, ikki minst tá hugsað verður um tónleikaslag, uppfinningarsemi og talent, og einki er at ivast í, at Händel saman við javnaldrinum J.S. Bach skaraði fram úr í somáta. Messias Longu frá byrjan í verkinum eru dømir um hvussu tónleikurin verður brúktur til at úttrykkja nakað ávíst. Ouverturan, sum er ein typisk sonevnd ???fronsk ouvertura???, sum Händel skrivaði eitt ótal av, stendur í e-mol, meðan arian sum kemur aftaná stendur í E-dur. Við hesum skifti frá mol til dur undirstrikar Händel tey uggandi orðini: ???Troystið, troystið, fólk mítt???. Eitt annað dømi er í kórsatsinum ???For unto us a Child is born??? (???tí barn er okkum føtt???). Hesin kórsatsurin verður roknaður sum eitt stórt fagnaðarróp yvir undrið at Frelsarin einaferð skal verða borin í heim. Í satsinum verður orðið ???born??? (føtt) sungið í einum sonevndum koloraturi (eitt rað av skjótum tónum), sum undirstrikar tað stóru gleðina yvir barnið. Í tí so sera kenda Halleluja-kórinum endar Händel annan part, um Jesu líðing, deyða og uppreisn, við einari stórbærari lovprísan í tónleiki. Hetta tónleikaliga gleðisróp er ikki bara at skilja sum endin av øðrum parti í Messias, men eisini at Guð endaliga hevur víst sína megi við Jesu uppreisn frá deyðum. Eitt oratorium Messias er eitt sonevnt oratorium, sum vanliga merkir eitt størri tónaverk við kristiligum innihaldi fyri solistar, kór og orkestur. Teksturin er ofta tikin meira ella minni beinleiðis úr Bíbliuni, serliga úr gamla Testamenti. Teksturin til Messias er tó óvanligur í oratorium-produktiónini hjá Händel, tí her verða tekstir tiknir bæði úr Gamla- og Nýggja Testamenti. Nøkur beinleiðis søgugongd er ikki í Messias, sum vit t.d. kenna tað frá Passiónunum hjá J.S. Bach, men tætta sambandið millum teir profetisku tekstinar og Jesus sum Messias ger oratoriið til eina miðvísa religiøsa forteljing um profetiini, sum við Jesusi ganga út. Messias verður roknað sum eitt ikki-dramatiskt oratorium. Tó skínur ígjøgnum, at Händel í 1741 longu var ein drivin opera-tónasmiður. Her verður m.a. hugsa um tey accompagneraðu recitativini, sum Händel brúkar í Messias og sum ikki vóru vanlig í kirkjutónleiki. Eisini eru nógvir av koloraturunum bæði í solo-pørtunum og kórpørtunum sprotnir í italienskum operasangstíli. Teir nógvu kórsatsanir og bygnaðurin í teimum vísa eina greiða ávirkan frá enskari siðvenju, tær sonevndu Anthems, sum serliga Purcell var kendur fyri. Konsertir um vikuskifti. Havnarkórið og orkestur við ??lavi Hátún á odda hava tvinnar framførslur av Messias á skránni um vikuskifti. Hin fyrr verður í Fuglafjarða kirkju leygardagin kl. 17.00 og hin seinna í Vesturkirkjuni sunnudagin kl. 16.00. Báðar konsertinar eru sum vanligt ókeypis, men høvið verður at stuðla tiltakinum við einari peningagávu. Coda ???Skundisliga tók Händel gásafjøðurna og skrivaði nótar á blaðið. Við gandakendari ferð birtist eitt tekin fyri og annað eftir. Hann fekk ikki steðgað aftur, hann varð drigin við, sum eitt skip fyri fullum seglum. Náttin var friðalig, tigandi hvíldi tunga myrkrið á tí stóra býnum. Men inni í honum streymaði ljósið og óhoyrandi endurljóðaði stovan alheimsins tónleik???(Stefan Zweig: Sternstunden der Menscheit). Kelda: folkakirkjan.fo. |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald