Hetta var boðskapurin frá Jørgeni Niclasen til bretska forsætismálaráðharran, David Cameron, á leiðarafundinum hjá European Conservatives and reformists (ECR), ið hevur verið í Brússel.
ECR er evropeiski felagsskapurin hjá teimum konservativu í Evropa.
Á fundinum skuldu leiðararnir millum annað taka støðu til kreppuna í Ukraini, nýskipanir og umstruktureringar av stórveldinun ES, so valdið aftur kemur til limalondini.
Í røðuni greiddi Jørgen Niclasen frá pelagiska stríðnum og órímiligu viðferðini hjá ES.
- Tað er lítil samamhangur í, at ES boykottar 14 russar, tí Russland hertók ukrainsku oyggina Krim, meðan 400 mió. makrelar og sildir verða útihýstar frá ES marknaðinum, tí Føroyar fiska hægri kvotu í egnum sjógvi.
Hóast Føroyar eru boykottaðar, vísti fundurin, at Føroyar standa ikki einsamallar, tí innanfyri ES parliamenti eiga vit konservativar brøður og systrar, ið stuðla okkara sjónarmiðum.
Viðvíkjandi spurninginum um føroyskan limaskap í ES, samanbar Jørgen Niclasen støðuna við hendingina, ið hann og Hanus Samró upplivdu sama morgun.
- Vit komu nakrar minuttir av seint til miðmálan, tí vit á gongutúrinum vórðu vilstir á veg til fundarstaðið. Tað var kanska eitt symbol, tí Føroyar finna ongantíð vegin til ES limaskap, segði Jørgen Niclasen.
Var hýrurin góður áðrenn, gjørdist hann ikki verri av útsøgnini, tí lógvabrestirnir rungaðu í salinum. Eisini frá David Cameron.
Jørgen Niclasen endaði røðu sína við at biðja um, at ES tekur burtur boykottmúrin móti Føroyum. Hann brúkti víðakendu orðini hjá Ronald Reagan, men ístaðin fyri at siga mr. Gorbachev, segði hann við bretska forsætismálaráðharran:
- Mr. Cameron, tear down this wall.
Á stuttum fundi millum Niclasen og Cameron, segði David Cameron, at hann ætlar at taka málið upp.
Sostatt var talan um ein góðan og konstruktivan fund, har evropeisku leiðararnir fingu innlit í føroysk viðurskifti. Fólkaflokkurin arbeiðir miðvíst við at kunna evropeisku flokkarnar um Føroyar, so flokkarnir fáa betri fatan av okkara viðurskiftum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald