JN

Móttøka og málningaframsýning á deildini hjá Eik í Miðvági

...

2014-02-19 18:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í februar hevur 14 ára gamla Tórunn Johnsdóttir Kruse sýnt málningar fram.

Tórunn er sera evnarík, hon hevur teknað og málað síðan hon var lítil.

Seinastu tveir vetrarnar hevur hon fingið undirvísing frá Pól Skarðenni.

Tórun gongur í 8. flokki í Sørvágs Skúla.

Í sambandi við at deildin í Miðvági hevur innrættað eitt ungdómsøki á deildini, verður móttøka fríggjadagin 21. februar.

Móttøkan verður frá kl. 15 ??? 16

Kenda sangarindan, Greta Savbo Bech, sum býr í Miðvági, kemur at syngja.

Eisini fer Tórunn Johnsdóttir Kruse at mála ein málning á deildini.

Okkurt gott verður til góman

Spennandi framsýning við myndum av øllum, sum høvdu sín fyrsta skúladag í oynni frá 1999 og frameftir - kanska finnur tú teg á myndini....

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder