Vinna

Móttøka fyri nýggjum Nordafar frímerki

...

2013-09-19 21:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í samband við Nordafar frímerkjaútgávuna fríggjadagin, 20. september 2013 bjóðar Posta til móttøku í postavgreiðsluni á ??ðinshædd 2, kl. 16.

Greitt verður frá nýggjari tøkni í samband við frímerkjaútgávuna, og stuttfilmur um Nordafar verður vístur á stórskíggja.

??ll eru vælkomin!

Posta gevur út frímerki við einum heilt serligum eginleika, sum ikki áður er sæddur á føroyskum frímerkjum. Nýggja tøknin kann geva frímerkjasavnarum og øðrum áhugaðum eina serstaka uppliving.

Nýggja tøknin nevnist ???Augmented Reality??? ella AR, og leggur hon eitt eyka lag av upplýsingum omaná veruleikan. Eitt dømi um AR kundi verið, at vendir tú telefonini ímóti stjørnuhimmalinum, so sært tú nøvnini á stjørnumyndunum á telefonini.

Posta hevur valt at nýta AR tøknina á smáarkið ???Nordafar???, sum verður givið út fríggjadagin, 20. september 2013. Nordafar var eitt týðandi kapittul í føroyskari vinnulívssøgu í 20. øld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder