Ítróttur

MOTI??NSF??TB??LTUR KL??NKAR OG MINKAR UM BL??ÐTRÝSTIÐ HJÁ 45-ÁRA GOMLUM KVINNUM

...

2014-06-19 19:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 10308358_10202781341389416_7990150152517767087_n

35-50 ára gamlar kvinnur hava eitt markant fall i blóðtrýsti og kropsfeitti við at luttaka i motiónsfótbólti í 15 vikur. Hetta vísir nýggj gransking framd í Føroyum í samstarvi ímillum grankarar úr  4 londum við Magna Mohr sum verkætlanarleiðara 

Í dag almannakunnger viðurkenda vísindaliga tíðarritið  Scandinavian Journal of Medicine & Science in Sports m.a. grein um motiónsfótbólt fyri vaksnar kvinnur, sum vísir stóra framgongd i kropsligum førleika og heilsustøðu hjá 35-50 ára gomlum ótrenaðum kvinnum við miðalhøgum blóðtrýsti aftan á 3 ferð 1 tíma av fótbóltsvenjing í 15 vikur. Granskingin er partur av Fótbólt Fitness gransking, sum í dag m.a. hevur eggjað fleiri enn hundrað donskum fótbóltsfeløgum at hava fótbóltstilboð fyri vanligar borgarar, sum einans luttaka fyri betri heilsu og vælveru.

Tíðarritið, sum kemur út í dag, telur fleiri greinar um fysiologisku árinini av Fótbólts Fitness, og føroysku úrslitini eru serstakliga áhugaverd. ???Aftaná einans 15 vikur við motiónsfótbólti var systoliska og diastoliska blóðtrýstið fallið við 12 og 6 mmHg og kvinnurnar høvdu tapt 2,3 kg av feitti í miðal???, fortelur granskari og verkætlanarleiðari, Magni Mohr, og heldur fram: ???Fótbóltsvenjingin vísti eitt imponerandi fall í blóðtrýsti, sum m.a. er dupult so stórt sum hjá kvinnum, ið framdu svimjivenjing í sama tíðarskeiði???. Magni Mohr leggur aftrat, at kvinnurnar høvdu góðar upplivingar av at luttaka i fótbóltspælinum, sum m.a. hevur stimbrað tær, at seta egið fótbóltsfelag á stovn. Eisini er Fótbólts Fitness byrjað aðra staðni í Føroyum, sum beinleiðis úrslit av sokallaðu SOS-kanningini.

???Okkara gransking hevur víst, at 16 vikur við fótbóltsvenjing eisini minkar blóðtrýstið hjá 20-45 ára gomlum kvinnum við vanligum blóðtrýsti, men SOS-kanningin er tann fyrsta, sum hevur kannað kvinnur við ov høgum blóðtrýsti??? sigur Peter Krustrup, profesari, sum Magni Mohr hevur arbeitt saman við í 15 ár, og sum í 10 ár hevur kannað motiónsfótbólt sum heilsufremjandi venjing fyri vanlig folk.  ???Vit síggja her imponerandi fall i blóðtrýsti og broyting i kropssamanseting, men vit síggja eisini fall i kolesteroltali og stóra framgongd i kropsligum arbeiðsførleika aftaná 15 vikur við fótbóltsvenjing. Kvinnurnar renna t.d. dupult so langt í  einari rennitest,og pulsurin var 14 sløg um minuttin lægri undir arbeiði við hóvligum intensiteti???, siga teir báðir Magni Mohr og Peter Krustrup og taka samanum: ???Motiónsfótbóltur er effektiv viðgerð ímóti vánaligum kropligum førleika og ov høgum blóðtrýsti fyri 35-50 ára gamlar kvinnur???.

Fótbólt Fitness er framtíðin
???Vanliga hava tað ikki verið so nógvar kvinnur ella sokallaðar Old Girls í fótbóltsumhvørvinum???, fortelur ítróttasociologurin, Laila Ottesen, sum kannar Fótbólt Fitness konceptið, sum í 2011 varð stovnað av Dansk Boldspil-Union og Danmarks Idrætsforbund.

???Nú eru tað 180 fótbóltsfeløg í Danmark, sum utbjóða Fótbólt Fitness, og 75% av leikarunum eru kvinnur. Fótbólt Fitness handlar um at venja upp á ein stuttligan, sosialan og sunnan hátt og ikki um at spæla dyst ímóti tí lokala kappingarneytanum, og kanska er tað just hetta sum hugtekur kvinnurnar,??? sigur Laila Ottesen at enda.

SOS-kanningin
SOS kanningin varð framd i Føroyum í 2013 við stuðli úr Granskingarráðnum, Eik Banka, Tórshavnar Kommunu, FSF og ÍSF.  Verkætlanin er samstarv ímillum ÍSF, Exeter Universitet, Gøteborg Universitet, Landssjúkrahusið, Fróðskaparsetur Føroya, Rigshospitalet og Københavns Universitet og Center for Holdspil og Sundhed.

Vísindaliga greinin í Scandinavian Journal of Medicine & Science in Sports er onnur greinin, sum hagartil er komin burtur úr føroysku SOS-verkætlanini, og í løtuni verður bíðað eftir fleiri úrslitum frá analysum, sum eru sera tíðarkrevjandi.

Trýst á her fyri at síggja greinina (pdf)

Kontakt
Magni Mohr, Center of Health and Human Performance, Univerisity of Gothenburg, Gøteborg, Svøriki.
Mail: [email protected] ??? telefon: 597088

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder