Møtið upp í tinginum!
Við hesum fari eg at heita á allar fiskimenn,sum eru heima, um at møta fjølmentir í Løgtinginum í morgin, tá uppskotið um athækka tilfeingisgjøldini á uppsjóvarfisk er til viðgerðar.
Tað verður sagt, at tilfeingisgjald verður lagt á vinnuna, men vit vanligufiskimenn rinda jú okkara stóra part ??? svarandi til sáttmálaásettabýtisprosentið ??? so hetta er í eins stóran mun ein fiskimannaskattur, og tað ereitt avgjald á vinnuna.
Eg sigli sjálvur við uppsjóvarskipi, havi góða inntøku og havi heldur onkiímóti at rinda mín part til felags kassan. Veruleikin er bara tann, at tað havaeg og aðrir fiskimenn í uppsjóvarflotanum longu gjørt í ríkiligt mát viðverandi tilfeingisgjaldi.
Tað verður so nógv rópt upp um flatskatt, og eg skal eisini vera tann fyrsti atynskja hann bæði niður og norð, tí hann er helst beinleiðis orsøkin til, atsamgongan sjálv kennir seg noydda at áseta tilfeingisgjald at seta í staðinfyri manglandi skattakrónurnar.
Eg eri rættiliga vísur í, at um flatskatturin ikki var settur í verk, so varsitandi, borgarliga samgongan heldur ongantíð farin at tosa um tilfeingisgjald.
Nú kann eg bara staðfesta, at meira enn helvtin av míni løn enn fer til skatt,arbeiðsmarknaðargjøld og onnur gjøld ??? umframt tilfeingisgjaldið!
Í fjør fóru umleið 100.000 krónur av míni hýru til tilfeingisgjaldið. Um vitspæla, at eg eisini fái fullan ágóða av flatskattinum, so kann hann sambærtúttalilsunum hjá samgonguni sjálvari ikki hava verið meira enn 8.000 krónur ummánaðin ella 96.000 fyri árið ??? tað var maksimali skattalættin hjá tí einstaka,segði fíggjarmálaráðharrin, tá lunnar vórðu lagdir undir flatskattin. Einvánalig forrætning fyri meg má sigast, og tá eru aðrir fiskimenn, ið havigoldið nógv meira enn eg í tilfeingisgjaldi.
Við øðrum orðum hevur uppsjóvarflotin so væl og virðiliga einsamallur fíggjaðflatskattin bara við tilfeingisgjaldinum, sum bara tey háløntu á landi fáaágóðan av ??? eitt nú politikarar og búskaparfrøðingar.
At enda vil eg bara enn einaferð heita á allar fiskimenn um at møta upp í Løgtinginumí morgin, mikudagin 28. mai, og siga okkara kosnupolitikarum sína hjartans meining og annars vísa teimum okkara ónøgd, um teirætla at stramma avgjalds-tummilskrúvurnar á okkum enn eitt vet ??? væl vitandi,at tað frammanundan eru vit, ið gjalda fyri ballið.
MortanBerjastein
nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald