Í kvøld var 22. umfar í 1. deild hjá monnum í fótbólti, og heldur óvæntað tapti B68 sín dyst.
B68 var undan dagsins dystum nummar tvey saman við KÍ. B68 tók móti teimum næstbestu hjá B36, sum vóru á 9. plássi. B36 vann dystin 5-2 á B68, samstundis vann Vìkingur sín dyst, og eru teir á 4. plássi.
Tað eru bert 3 lið í kunnu flyta úr 1. deild og í EFFO-deildina í ár, og nummar eitt og tvey í 1. deild flyta vanliga upp. Tá ið eitt lið sum hevur lið í EFFO-deildini er nummar eitt ella tvey í 1. deild, so kann eitt lið ið ikki er í EFFO-deildini flyta upp um tað er nummar trý í 1. deild, og tað er nemliga tað B68 er í løtuni, men eftir dystirnar í kvøld so er Víkingur bara eitt stig aftanfyri B68, og fer Víkingur forbíð B68, so sleppir bert eitt lið upp í EFFO-deildina.
Í EFFO-deildini er ÍF nummar 10 og 07 Vestur nummar 9.
Støðan eftir 22. umfar.
Nr. | Lið | Stig | |||||
---|---|---|---|---|---|---|---|
1. | AB | 52 | |||||
2. | KÍ | 40 | |||||
3. | B68 | 39 | |||||
4. | Víkingur | 38 | |||||
5. | NSÍ | 33 | |||||
6. | HB | 30 | |||||
7. | Giza Hoyvík | 26 | |||||
8. | B36 | 24 | |||||
9. | TB/FCS/Royn | 24 | |||||
10. | ÍF | 3 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald