Vinna

Missmunur gjørdur á føroyingum og russum

...

2015-07-22 03:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í morgun varð noktað Næraberg at koma í havn í Íslandi eftir manning, sum var komin úr Grønlandi og skuldi við Nærabergi til makrelfiskiskap í Eystur-Grønlandi. Men samstundis, sum Næraberg fekk nei, verður ja sagt til russiska trolaran Maironis, sum í kvøld liggur á Hafnafirði, teir skulu hava 5 grønlendingar umborð, hava vit frætt úr Íslandi, harumframt skulu onkrar ábøtur eisini fáast frá hondini, ímeðan teir eru inni í Íslandi.

Íslendingar, sum eru kendir fyri vinarskap móti føroyingum - gera í hesum føri stóran missmun á føroyingur og russum - her má fáast skil á aftur.

Les eisini: Næraberg sleppir ikki inn um 12-fjórðingamarkið í Íslandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder