Mentan

Missiónshúsið í Miðvági - Prestur úr Ísrael vitjar í kvøld

...

2015-03-06 21:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Frá 5. til 8. mars 2015 vitjar presturin í Immanuelskirkjuni í Tel Aviv, Christian Rasmussen, í Føroyum. Hann fer at tala Guds orð og at siga frá aktuellu andligu støðuni í Ísrael.


Í fleiri ár hevur Ísraelsmissiónin stuðlað arbeiðinum í Immanuelskirkjuni í Tel Aviv fíggjarliga og í bøn. Tað er okkum tí ein gleði at fáa prestin í kirkjuni til Føroyar, her hann fer at tala Guds orð og greiða frá arbeiðinum.

Víðkað samstarv
Immanuelskirkjan í Tel Aviv varð bygd í 1904 av týskarum. Eftir seinna heimsbardaga hevur norska Ísraelsmissiónin rikið kirkjuna. Síðstu 20 árini hevur verið eitt samstarv um arbeiðið í kirkjuni og meinigheitshúsinum, ið liggur tætt við, millum norðurlendsku Ísraelsmissiónirnar. Arbeitt verður nú við at útbyggja hetta samstarvið við samstarvspørtum úr øðrum londum og staðbundnum missiónsarbeiði í Ísrael.

Tørvurin stórur at boða Jesus
Síðani 2009 hevur Christian Rasmussen úr Danmark verið prestur í kirkjuni.
??? Tað er stórt at fáa loyvi at prædika gleðiboðskapin til jødar, hiðani gleðiboðskapurin av fyrstan tíð kom, og samstundis at prædika hann til nógv onnur fólkasløg, ið koma í kirkjuna ??? ja, allir heimspartar eru umboðaðir í kirkjuliðnum, sigur Christian.
Tørvurin er stórur at boða boðskapin um Jesus í Tel Aviv og í Ísrael sum heild, tí tað bara ein avmarkaður skari av fólkinum, ið hevur hoyrt boðskapin um Jesus, soleiðis sum Nýggja Testamenti ber hann fram, og enn færri, ið trúgva á Jesus. Men tað eru tó fleiri, ið eru søkjandi og ynskja at vita meira um Bíbliuna og Jesus.

Skrá fyri vitjanina:

Hósdagin 5. mars kl. 20
Føstugudstænasta í Skálavíkar kirkju
Aftaná gudstænastuna greiðir hann í Kelduni frá aktuellu støðuni hjá kristnum í Ísrael

Fríggjadagin 6. mars kl. 20
Møti í missiónshúsinum í Miðvági
Evni: Guds orð til Guds fólk
Innsavnan

Leygardagin 7. mars

Evnisdagur í kirkjukjallaranum í Gøtu
kl. 15:00 Evnisdagur byrjar
Evni: Estrarbók 1 (Í febr/mars er purim hátíð í Ísrael. Ver við og lær meira um Ester og purim hátíðina)
kl. 16:30 Drekkamuður
kl. 17:00 Evni: Esterarbók 2 (framhald)
Kl. 18:15 Nátturði
Kl. 19:30 Møti. Evni: Guds orð til Guds fólk
Innsavnan

Sunnudagur 8. mars
kl. 11:00 Gudstænasta í Argja kirkju
Kl. 18:00 Møti í Meinigheitshúsinum á Skála
Evni: Yom Kippur ??? framvegis aktuelt at tala um sáttargerð. Innsavnan.
kl. 21:00 Ungdómsmøti í KFUM&K í Klaksvík
Evni: Yom Kippur ??? framvegis aktuelt at tala um sáttargerð

Christian Rasmussen hevur síðani 2009 verið prestur í Immanuelskirkjuni í Tel Aviv í Ísrael. Nógv virksemi er í kirkjuni, og harumframt brúka eini seks aðrar meinigheitir kirkjuna hvørja viku. Hóast har er nógv virksemi, so er bara eitt evarska lítið tal av fólkinum í Tel Aviv, sum trúgva á Jesus. Á øllum støðum, Christian vitjar í Føroyum, sigur hann frá arbeiðinum í orðum og myndum, og hvat verður gjørt fyri at náa út við gleðiboðskapinum í milliónabýnum Tel Aviv ??? eitt arbeiði, ið føroyska Ísraelsmissiónin eisini er við í. Og Gud virkar har.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder