JN

Minnisvarðin á Skarði avdúkaður í morgin

...

2013-08-14 02:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Zacharias Hammer

Í morgin , mikudagin 14. august, verður sermerkti minnisvarðin á Skarði avdúkaður. Møguleiki er at ganga um Skarði og úr Haraldsund eftir bakkagøtuni. Fleiri bátar sigla eisini úr Haraldsundi frá kl. 10.30 til 13.00
Hátíðarhaldið byrjar kl. 14.00 har m.a. Bispur er við. Sangir og frásagnir eru ein partur av hátíðarhaldinum. Seinni er opið hús í bygdahúsinum í Haraldsundi. har borðreitt er við øllum góðum. Seinasta mikudag flutti tyrlan hjá Atlantsflog minnisvarðan norð á Skarð og setti hann á fundamentið. Teir flugu runt við mær, gjøgnum Skarði og eftir stórslignu fjallarøðini á Kunoynni. Takk fyri hetta, tit á Atlantsflog og tyrlumanning - uttan tykkara stóru hjálp og beinasemi gjøgnum uml. 25 ár ,vóru mínar sendingar ikki ríkaðir við frálíku og sermerktu loftmyndunum - eitt fyrimindarligt samarbeiðið okkara millum. Gjørt av áhugað og virðing fyri okkara landið - ja, uttan peningaligan ágóða.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder