JN

Minni vøkstur í skattainntøkunum

...

2013-12-13 15:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Skattainntøkurnar hjá tí almenna vuksu aftur í 2012, men vøksturin var væl minni enn undanfarnu árini. Samlaða skattainntøkan var í 2012 beint omanfyri 6 milliardir krónur. Tað vóru 141 milliónir meira enn í 2011 og svarar til ein vøkstur upp á 2,4%. Undanfarnu tvey árini var vøksturin 4%.
Størsti vøksturin í skattainntøkuni var innan sosial tryggingargjøld, sum eru ALS-gjald, gjald til samhaldsfasta og gjøld til barsilsgrunnin og Heilsutrygd. Í 2012 rindaðu føroyingar 657 milliónir í sosialu grunnarnar, og er tað ein vøkstur upp á 8,1%. Ein orsøk var, at gjaldið til Arbeiðsloysisskipanina hækkaði í 2012.

Avgjøld á vørur og tænastur vuksu 69 milliónir og vóru 1.852 milliónir í 2012. Hetta er 3,9% meira enn í 2011, men inntøkurnar frá avgjøldum vóru lægri enn metárini 2007 og 2008.

Størsti skattabólkur er inntøkuskatturin, sum í 2012 var 3,5 milliardir krónur ??? 22 milliónir hægri enn árið fyri, og sum er ein vøkstur upp á 0,6%. 


Skattatrýstið hækkaði eitt vet
Skattatrýstið er skattainntøkan í mun til bruttotjóðarúrtøkuna. Í 2012 var skattatrýstið 44,8% og var hetta 0,2%-stig meira enn í 2011. Tað vóru hægri inngjøld til sosialar tryggingarskipanir og avgjøld, sum vóru orsøkin til at skattatrýstið vaks.
Síðan 1998, tá uppgerðin byrjar, hevur skattatrýstið sveiggjað um tey 45%. Tey einstøku árini, tá skattatrýstið er longst frá teimum 45%, er tað vegna serligar umstøður so sum fíggjarkreppu ella sera nógv virksemi. Tá ræður um skattatrýst, víkir 2012 sostatt ikki frá undanfarnu árum.


Persónskatturin minkaði
Tað allarmesta av inntøkuskattinum er persónligur inntøkuskattur. Tað er skattur á løn, eftirløn o.l. 
Í 2012 var skattaskipanin broytt, so skatturin á persónliga inntøku lækkaði, samstundis sum eftirlønarskatturin hækkaði og varð fluttur at fella við inngjald heldur enn við útgjald. Hetta ávirkaði persónliga inntøkuskattin soleiðis, at tað komu 11 milliónir minni inn í mun til 2011, sum var ein afturgongd upp á 0,4%. Í sama tíðarskeiði hækkaðu lønargjaldingarnar 3,4%.
Tað, sum gjørdi, at inntøkuskatturin vaks, var stóri vøksturin í kapitalvinningsskattinum, eins og avgjaldið av kapitaleftirlønum hevði stóran vøkstur.


Meirvirðisgjaldið tað sama sum undanfarnu ár
Tá tað snýr seg um avgjøld á vørur og tænastur, er tað meirvirðisgjaldið, sum stendur fyri nógv tí størsta partinum.
Í 2012 var meirvirðisgjaldið 1,3 milliardir kr., sum var 40 milliónir meira enn í 2011. Vøksturin var 3%. Meirvirðisgjaldið var upp á tað mesta í 2007 og 2008, men tá fíggjarkreppan rakti, fall tað nógv í 2009, og hevur síðan tá ligið um 1,3 milliardir kr. 
Eisini skrásetingargjaldið á bilar er merkt av búskaparkreppuni. Frá 2009 til 2011 var lítil inntøka frá skrásetingargjaldinum, men í 2012 kom gongd á aftur bilasøluna, og vaks gjaldið 36,6%.
Punktgjøld, sum m.a. eru avgjøld á tubbakk, bensin, rúsdrekka og sukurvørur, minkaðu yvir 7% í 2012. Orsøkin er, at í 2011 kom meira inn enn vanligt. Punktgjøld hava seinastu 7 árini givið landskassanum umleið 175 milliónir kr.

Tilsamans komu 1.852 milliónir inn í avgjøldum í 2012, tað eru 69 milliónir meira enn í 2011, og vøksturin var 3,9%.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder