JN

Minni forðing og menning hanga óloysiligt saman

...

2017-03-15 21:20 Author image
placeholder

At landstýrismaðurin nú skal skatta ávís økir í landinum við at krevja skatt á sjálvum vegakervinum er nýtt og beinleiðis skaðiligt fyri menning av økjum kring landið. Menning og minni forðing hanga óloysiligt saman. Tað sóu vit, tá forðingin minkaði í Vágum í 2002. Nú lánið er útgoldið, skal forðingin heilt burtur, so enn meira menning verður. Bummurin bæði um Vestmannasund og um Leirvíksfjørð skulu á vestfallið, sum avtalað og samtykt.

Vit hava glett okkum sum smábørn til dagin, har forðingin, ið altíð hevur verið, verður tikin burtur. Eitt satt og veruligt frambrot. So fólk og vinna kunnu ferðast til og frá Vágum uttan forðingar. Tað er nú, forðingin fellur burtur, at veruliga gagni av tunlinum fer at vísa seg. Tað sama er galdandi fyri Norðoyatunnilin um stutta tíð.

Onki er at ivast í, a landstýrismaðurin brýtur lógina við at forða fyri tí, ið lógin ásetur. Nevniliga, at tunnilin skal í landsvegakervið. At løgmaður letur hetta ganga er heilt ófatuligt fyri mangar føroyingar, ið øll minnast minnast avtaluna og lógina.

Vanliga koyra allir føroyingar eftir einum landsvegakervi við at gjalda vektgjald (vegskatt). T.d. kanst tú í Suðuroy koyra frá Sumba til Sandvíkar ígjøgnum 4 tunlar og eftir landsvegi - fyri vegskatt(vektgjald). (Sumbiartunnilin kostaði áleið tað sum Vágatunnilin kostaði) ??r Leirvík til Havnar ígjøgnum 3 tunlar og eftir eini brúgv - fyri vegskatt.

Homeland Vágar (fíggjarligt økisappartheid)?

Skal tú til Vágar eftir einum útgoldnum landsvegi, áttu somu treytir at verið galdandi, sum tá ein koyrir frá Sumba til Sandvíkar ella frá Leirvík til Havnar. Ein kann spyrja, hví aðrar treytir skulu vera galdandi? Hví skal ein gjalda eykaskatt á 4,6 kilometrum av knapt 500 kilometur langa landsvegakervinum? Hví gjalda eyka skatt á 1% av landsvegakervinum til Vágar?

Væl kostar undirsjóvartunnilin umleið 6 % meira í raksti enn ein vanligur tunnil (smb LV), men hann er ein partur av Landsvegakervinum hjá øllum føroyingum, og tí er rímiligt at hann verður goldin sum vegakervið annars. Hetta minnir um fíggjarligt økisappartheid, ið vit frábiðja okkum.

Smyril

Nú verður Smyril ofta tikin fram til samanberingar. Men ikki ber til at samanbera ein veg og eitt skip, hvørki so ella so. Onki kapasitetsloft er á einum vegi. Tað er tað á einum skipi. Raksturin er ein heilt annar. T.d. er árliga hallið av Smyrli 80 mill/ár uttan avskrivingar, ímeðan raksturin av Vágatunlinum er uml 4 mill. Eg vil leggja dent á, at vit gjalda fegin til hallið av Smyrli eins og Oyggjaleiðum annars. Tað mugu og skulu vit øll gjalda, tí tað er samferðslukervi hjá okkum øllum. Men tað ber ikki til at samanbera hesi viðurskiftir sum fleiri gera. Endamál hjá teimum er at seta útjaðaraøkir upp ímóti hvørjum øðrum.

Uppskot Sambandsfloksins

Uppskotið hjá Sambandsflokkinum, ið varð viðgjørt 14. marts verður vónandi samtykt, tí tað er eitt gott boð uppá eina góða loysn, har ein meðal bilur kemur at gjalda uml 100 kr eyka um árið. Tað kom eisini greitt fram undir viðgerðini, at allir flokkar vilja stuðla eini samhaldsfastari skipan um firðir og sund, har allir føroyingar eru við at gjalda. H. Old skal bara koma við loysnini.

Men loysnin má ikki verða fleiri forðandi bummar, sum ein hevur hoyrt at talan er um. Tað kemur ongantíð ígjøgnum politiskt. Hevði tað verið samtykt, er tað skaðiligt og fer serliga at raka útjaðaran.Tak forðingarnar á vegunum burtur, tí tað merkir menning. Kom við eini loysn, har allir føroyingar gjalda fyri samferðslukervið hjá okkum øllum. Um ein persónur í Vágum skal gjalda 300 kr, so skal tað sama vera galdandi fyri persónin í Hoyvíkshaganum.

Vinarliga Marjus Dam fyrrv Løgtingslimur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder