JN

Mikkjal Davidsen gevst sum arbeiðsmaður hjá Vága kommunu

...

2013-12-20 21:01 Author image
placeholder

Í sambandi við, at Mikkjal Davidsen gevst sum arbeiðsmaður hjá Vága kommunu eftir at hava verið í starvi hjá fyrst Miðvágs kommunu og síðan Vága kommunu í nærum 40 ár, skipaði Vága kommuna fyri móttøku í húsunum hjá arbeiðsmonnunum seinnapartin í dag.

Vit tóku nakrar myndir frá haldinum.

Rósa Samuelsen, borgarstjóri helt hesa røðu fyri Mikkjali.

Eftir at hava verið í starvið hjá fyrst Miðvágs kommunu og síðan Vága kommunu í nærum 40 ár, hevur tú nú valt at leggja starvið frá tær sum arbeiðsmaður hjá Vága kommunu.

Sum ungursiglditú í fleiri ár við ymiskum skipum, m.a. við Reynsatindi í nøkur ár. Um vetrarnar plagdi tú at arbeiða á bilverkstaðnum hjá Steingrim Nattestad.

Eisini arbeiddi tú eina tíð hjá SEV

Havi frætt, atfyrsta arbeiðið, tú var við at gera fyri kommununa, var Miðbrekka (fyrr æt hon keksisbrekka). Tá arbeiddi tú m.a. saman við Emil Olsen (Kokkamil), Edmund Johannesen (Eda) og Johannes Jacobsen (Bakarhannus).

Tú hevur koyrt broytina hjá kommununi í nógv ár, bæði í kommunalum arbeiði, men eisini grivið nógv grundstykkini av og planerað.

Sum eg skilji, hevur tú ongantíð verið bangin fyri at standa ífremstu røð, tá á stóð. Tað er meira enn einaferð komið fyri, at tá ein kloakk hevur verið typt, at proppurin knappliga er lopin úr, og sprænurin hevur staðið úr kloakkini og beint á teg.

Eisini hevur tað hent, at brandpostar eru lopnir av og strálan av køldum vatnið hevur staðið upp úr rørinum. Tá hevur tú verið noyddur at leggja teg omaná køldu vatnstráluna at skrúva fyri. Tað er ikki ein og hvør, sum hevði hættað sær tað.

Hoyri at tú altíð hevur havt góðarkreftir.Tá bøgarðarnir skuldu haldast viðlíka og hegn skiftast út, stóð ikki á hjá tær at bera tær tungu 100m hegnrullurnar langa leið á herðunum. Tá grótgarðarnir vóru rapaðir, vóru tað mangan stórir og tungir steinar, sum skuldu leggjast uppá pláss aftur.

Tolinert tú sum fáur. Hetta hevur tú serliga havt gagn av tey árini, tú gróvst kava. Tá vóru kavarnir mangan størri og drúgvarienn teir eru nú. Nógvir vegir vóru at grava og fólk vóru ótolin at fáa grivið hjá sær. Ikki bar til at grava allastaðni í senn, og tey sum máttu bíða longst, vóru ikki altíð so blíð, men tað tókst tú við einum vinarligum brosi.

Tú hevur sera gottminni. Minnið kallar túteldunahjá tær. Havi altíð hoyrt so nógv um hesa teldu. Í henni goymir tú yvirlitið yvir allar vatnleiðingar og kloakkleiðingar í Miðvági og Vatnsoyrum, og fleiri í Sandavági, nú tú hevur arbeitt her í nøkur ár eisini. Tað góða við tínari teldu er, at hon ikki er bundin at streymi frá SEV, men virkar altíð. Vit vóna, at um á stendur og vit ikki finna onkran stoppikrana ella líknandi í teldunum ella kortunum hjá kommununi, ert tú til reiðar at hyggja í teldu tína og veita eina hjálpandi hond ella geva góð ráð.

Altíð hevur tú havt stóran áhuga fyriseyðahaldi. Tú hevur nógvan seyð saman við m.a. Monrad og Jónleif. Tú hevur stóra trø, har tú hevur bygt tær hugnalig úthús. Har fært tú nógvar tímarnar at ganga saman viðkonuni og vinfólki.

Tú ertgifturviðEljot. Saman eiga tit børnini Jónu, Ann Margith, Kristin og Benadikt. Vit í Vága kommunu vilja takka tær Mikkjal, fyri langa og trúgva tænastu og ynskja tær og familjuni nógv góð ár framyvir.

Takk fyri.

Eisini Havna- og vegaumsjónarmaðurin í Vága kommunu helt røðu í hesum sambandi.

JaMikkjal, hetta dámar mær lítið. Eg má siga, at tað er við eitt sindur av sorgblídni, at eg sigi hesi orð, nú tú hevur avgjørt at leggja frá tær. Eg havi so nógv gott at bera tær eftir hesi árini, vit hava arbeitt saman. Eg kendi teg ikki so væl áðrenn.

Eg kom sum eitt sindur óroyndur á hesum økinum at hava ábyrgd av tær, og eg má siga, at eg havi verið sera glaður fyri samstarvið okkara millum.

Frá fyrsta degi hevur tú altíð verið blíður og vinarligur og sera góður í ráðum. Við tínum lætta lyndi hevur tú verið við til at samansjóða arbeiðsfólki úr kommununum báðum, nú tær vóru lagdar saman.

Eg legði beinanvegin merki til tína stóru vitan um arbeiðið okkara. Og tað var ikki bert eg, sum kendi til vitan tína. Tað var mangan, vit stóðu við onkrari uppgávu, at niðurlagið hjá hinum var:???spyr Mikkjal???.

  • Einkloakk var typt her, hvat gera vit????spyr Mikkjal???.
  • Einvatnlekivar har, hvat gera vit????spyr Mikkjal???.

Og soleiðis kundi eg blivið við.

Tá ein hevur við kommunalt arbeiði at gera, hevur ein ongantíð ordiliga frí. Tað er so mangan, at vit vera tilkallaðir:

  • í vikuskiftinum
  • á nátt
  • til høgtíðir

Ta Tað kann vera ein stórur vatnleki. Ein skaði av einum ella øðrum slag og mangt annað.

Eg má siga, at tú hevur verið ótrúligur í slíkum førum. Tú hevur altíð verið klárur, tað veri seg í góðveðri ella óveðri, nátt sum dag. Tú hevur ongantíð sagt nei øll hesi árini, og tað er ikki so sjáldan heldur, at vit hava verið noyddir út.

Hetta eri eg tær sera takksamur fyri.

Og so er taðteldanellacomputarin,sum tú plagar at siga. Tey flestu kenna computarin hjá Mikkjal. Hann er ótrúligur. Tað er ikki tann stoppikrani, vatnleiðing ella kloakkleiðing, sum ikki er inni á computaranum. Tað hevur mangan verið, at vit hava staðið yvir einari uppgávu av einum hvørjum slag, at tú hevur klóra tær eitt sindur í høvdinum og sagt:Bíða nú, bíða nú, lat meg hugsa eitt sindur,og ikki hevur tað grett, at tá ein løta er gingin, so er okkurt komið fram á computaranum hjá tær,og vit hava kunna loyst málið.

Treyðugt so, onkur glósa hevur verið og eisini okkurt glepsið, men tað hoyrir til í hesum miljønum. Okkurt skulu vit hava at flenna eftir.

Til endans fari eg at ynskja tær og tínum alt tað besta framyvir.Eg unni tær so væl at fáa meira tíð saman við familjuni og eisini norði átrøðni. Men eg vóni, at computarin fer at virka í nógv ár framyvir, tí eg eri vísur í, at vit mangan fara at hava brúk fyri honum. Eg vóni eisini, at tú framyvir fert at vera fúsur at hjálpa okkum, tá tað er okkurt, vit ikki finna útav.

Stóra takk fyri gott samarbeiði Mikkjal.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder