
Saman við ferðslupatruljuni hevur politiið í Norðurøkinum hesar seinastu dagarnar gjørt eitt miðvíst ferðsluátak í økinum.
Saman við ferðslupatruljuni hevur politiið í Norðurøkinum hesar seinastu dagarnar gjørt eitt miðvíst ferðsluátak í økinum við serligum atlitið til ólóglig prutl og førarar.
??lóglig prutl og førarar hava í langa tíð verið ein trupulleiki í økinum og hevur politiið í økinum tí hesa seinastu dagarnar gjørt eitt miðvíst átak fyri at steðga hesum.
Fyrrapartin í dag tók politiið 6 prutl í Klaksvík, har brotini eru hesi:
???5 fyri at koyra ólógligt prutl
???5 fáa bót fyri, sum eigari at lata føringina av prutlinum til ein, sum ikki hevur loyvi at koyra
???5 ført prutl uttan koyrikort
Umframt hetta vórðu 2 bilførarar tiknir fyri at tosa í fartelefon, meðan teir koyrdu, og 1 bilførari fekk bót fyri at koyra við ???sólfilmi??? á vinstra síðurúti framman.
Annars eru fleiri prutlførarar og bilførarar tiknir hesa seinastu tíðina í økinum fyri ymiskt ólógligt.
Vit fara framhaldandi at halda eitt vakið eyga við ferðsluni í økinum, soleiðis at tað er trygt og vandaleyst at vera í ferðsluni her í norðurøkinum, skrivar politi.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald